Hvør var Kim Wall?

Tá Røddin bað meg skriva um lívið hjá svensku Kim Wall, setti eg meg at hyggja at heimasíðuni, familja og vinir høvdu gjørt til minnis um hana, greinum, fólk høvdu skrivað um hana, hennara Instagram vanga og Facebook vanga. Eg fann rættiliga nógv í okkara lívum, sum vóru lík. Greinin varð upprunaliga løgd út her 2. septembur 2017.

– 

kimwall

Hon var 5 ár eldri enn eg og fylti 30 í vár. Hevði alt verið, sum tað átti, so var hon blivin 31 tíðliga næsta vár, og eg 26 seinni sama vár.

Hon hevði tikið bachelor í altjóða viðurskiftum á London School of Economics and Political Science í London og var í tí sambandi eisini nakrar mánaðir í Kina og las. Seinni tók hon master í journalismu og altjóða viðurskiftum á Columbia University í New York. Sjálv havi eg lisið sama fak sum bachelor í Kina, men havi ikki tikið master enn, hóast eg onkuntíð eisini havi hugsað um journalismu.

Á hennara facebook profili stendur “búði” í Beijing, meðan tað á mínum stendur “býr” í Beijing. Tó siga fólk, ið kendu hana, at hon var ímillum New York og Beijing, men at hon ferðaist nógv. Hon ætlaði sær eisini í næstum at flyta inn saman við sjeikinum í Beijing, meðan eg og sjeikurin longu búgva saman í kinesiska høvuðsstaðnum.

Á hennara lívsrensli standa millum annað kendir og viðurkendir miðlar sum Harpers, The Guardian, New York Times, Foreign Policy, Vice Magazine, Slate, South China Morning Post, The Atlantic, Roads & Kingdoms og TIME. Á mínum standa Norðlýsið, Dimmalætting, Røddin, Kvinna, Kringvarp Føroya, Ningbo Focus og Red Star.

Vit kendust ikki, men høvdu verið á nógvum av somu støðunum. Refshaleøen, Dongzhimen, Sanlitun, Himmalska friðartorgið, Nørrebro, Listaøkið 798, Andingmen, Bangkok, Kowloon, Hong Kong, Gyantse, Lhasa, Tibet, Potala Palace. Eg kendi nógv av støðunum, hon hevði á sínum instagram vanga. Um hennara lív ikki varð tikið í ótíð, so høvdu vit kanska møtst í Beijing ella Keypmannahavn ella kanska Skåne í Svøríki, har hon vaks upp. Men so verður ikki.

Kettuvideo og ljósareyð hjørtu
Øll, sum kendu svenska journalistin nevna, at hon var so stuttlig og sjarmerandi. Vinkona hennara og journalisturin Annie Zak fortelur, at tær báðar plagdu at arbeiða við greinum til seint á kvøldi, men at tær eisini altíð mintust til at taka sær steðgir og hyggja at kettuvideoum, og at Kim altíð visti um onkur góð at vísa sær.

Vinkonan Coleen Jose skrivar í minningarorðum á CNN, at hon fer at sakna Kim og emojiini, hon plagdi at senda á WhatsApp. Hon nevnir her ‘peace’teknið, pálmatræ og tvey ljósareyð hjørtu. Eisini sigur hon við Politikken, at um hon skuldi valt ein persón at ferðast um Stillahavið í lítlum seglbáti í illveðri, so hevði tað verið Kim. “Hon var ein av djarvastu og skilabestu journalistunum og menniskjunum, eg havi vitað um”.

Vinurin og journalisturin Christopher Harres sigur, at hon var elskað á øllum støðum, hon var, og at hon við smílinum og sjarmuni slapp inn allastaðni og enntá framvið, har politiið hevði avbyrgt. Hann legði eisini afturat, at hennara humor og stuttligu eygleiðingar fingu teg at detta um í látri. Stuttligu eygleiðingarnar síggjast eisini aftur á instagram vanganum hjá Kim, @kimw4ll.

Journalisturin Kim Wall
Kim Wall, sum fyrr í hesum mánaðinum fór umborð á heimagjørda kavbátin hjá danska uppfinnaranum, Peter Madsen, at gera samrøðu við hann, var freelance journalistur. Hon varð saknað í nakrar dagar, men fyri góðari viku síðani varð yvirkroppurin á henni funnin uttan fyri Amager. Enn hevur einki verið at frætt um restina av kroppinum.

Kim livdi eitt freelance journalist lív, sum tey flestu bara tora at droyma um. Hon ferðaðist kring allan knøttin og skrivaði greinar úr Uganda, Cuba, Haiti, Sri Lanka, Norður Korea, Kina, USA o.s.fr. Sambært Coleen Jose ferðaðist hon nógv til nøkur av mest avbjóðandi støðunum í heiminum og prátaði við fólk, aðrir journalistar høvdu ivaist í at nærkast. Vinkonan Malin Franzén leggur aftrat, at hon var so skilagóð – bæði akademiskt klók og sokallað ‘street-smart’.

Greinarnar hjá Kim vóru bæði persónssøgur, men vístu ofta eisini á ein størri trupulleika ella fyribrigdi. Hon skrivaði ofta um samleika, kyn, popp-mentan, sosialt rættvísi og uttanríkis politikk. Millum annað er hon kend fyri saman við øðrum at hava verið fyrsti journalistur at vísa á trupulleikan á Marshall oyggjunum, har geislavirkið burturkast nú lekur hagani USA fyribils burturbeindi tað eftir í 12 ár at hava brúkt oyggjarnar sum royndarstøð fyri kjarnorkuvápn undir øðrum heimsbardaga.

Minnir
Enn er ikki greitt, hvussu seinastu tímarnir hjá Kim Wall fóru fram, men hon hevur lagt nógv eftir seg í sínum stutta lívi, bæði persónliga og professionelt. Tað eru nógv, ið kendu hana, ið tykjast verða blivin ríkari av minnunum saman við henni, hóast eg tíverri ongantíð fái møguleika at hitta hana til norðurlendsk kvøld í Beijing. Friður verið við minninum um svensku Kim Wall.

Advertisements

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útgivið / Published

SKAM: – Evnini eru tað týdningarmesta

Henda greinin varð fyrstu ferð løgd á Røddina her 13. apríl 2017 í sambandi við heimsfrumframførsluna av norsku sendirøðini SKAM.

katrin_2

Íslendsk ung eru farin at tosa norskt sínamillum, danir gera norska slangorðabók, og í Havn verður skipað fyri heimspremieru. Norska hittrøðin Skam hevur veruliga havt ávirkan á grannalondini og onnur lond við, men hvussu er støðan í Noreg?

Katrin á Borg Johannesen hevur lisið og búð í Noreg í fleiri ár og heldur røðina avgjørt vera áhugaverda. Føroyska Katrin arbeiðir við síðunar av masterlestrinum í tónleikavísindum sum lærari í sangi og tónleiki fyri millum annað børn og ung. Hon brúkar millum annað røðina til at síggja, hvussu hon kann møta ungdóminum í arbeiðnum.

 Ikki øll hava sæð Skam
Katrin greiðir tó frá, at tað ikki eru øll í Noreg, sum hava sæð Skam, hóast røðin avgjørt er vælumtókt, og hon sjálv hevur sæð tað mesta.

– Nei, tað eru ikki øll, sum hava sæð røðina. Tað er sjálvandi mest málbólkurin, sum eru tey, ið eru javngomul við Nooru, Isak, Evu og hini úr røðini og ganga á miðnámi, sum hava sæð Skam. Men tað er ikki at undirmeta, tí tað er ein stórur bólkur, men eg eri eitt sindur eldri og havi smábørn. Tó vóru eina tíð nógvar yvirskriftir á norskum miðlum so sum, at “Nú eru tað bert kvinnur, sum eru 40+, ið hyggja at Skam.” Tær hava nokk verið forvitnar, hvørjum tað er, børnini hyggja at, heldur Katrin, ið sjálv heldur, at hetta kanska kann gera hana klára til um nøkur ár at vera mamma at tannáringum.

Fyri fleiri aldursbólkar
Hóast ikki øll í øllum aldursbólkum í Noreg, sambært Katrini, hava sæð røðina, so halda onnur, at røðin als ikki bert er fyri tannáringar. Norski journalisturin Morten Hegseth sigur í grein á vg.no, at “Tá seinasta brotið og seinasti parturin av Skam eru send í vár, fer tað at kennast so tómt, sum vit ongantíð hava sæð maka til í sjónvarpssamanhangi.” Eva Eistrup á information.dk heldur eisini, at “Av tí, at Skam ikki roynir at tekkjast so mongum ymiskum málbólkum, sum vit eru von við frá amerikonskum ungdómsrøðum, so rakar hon paradoksalt nokk breiðari.”

Ikki gerandissamrøðuevni
Hóast Skam ikki hevur verið gerandis samrøðuevni, har Katrin vanliga kemur, so eru tað ávís evni, ið hava fangað, heldur hon.

– Onkra hendinga ferð hava fólk tosað um Skam, har eg vanliga komi, men tað er longu so langt síðani. Tað var nokk mest, tá onnur sesong um Nooru og William gekk fyri einum ári síðani, at fólk tosaðu um røðina og tey seriøsu evnini, ið hon tekur upp, greiðir Katrin frá og nevnir etingarólag, sálarliga heilsu, trýst og neyðtøku sum dømir.

Evnini tað týdningarmesta
Hon heldur fram við at siga, at tað týdningarmesta við røðini er, at tað ikki longur er líka ringt at taka evni sum neyðtøku og blóðskemd upp. Her vísir hon á, at dagbladet.no so seint sum í gjár hevði grein um svenska gentu, sum við at hyggja at Skam fann dirvið at siga frá, at pápin hevði gjørt seg inn á hana. Pápin er nú ákærdur fyri grova neyðtøku av barni.

Sambært dagbladet.no rósar norskt politi eisini røðini fyri at vera opin um slík evni. Ein talskvinna fyri neyðtøkudeildina sigur við dagbladet.no, at tey vita, at røðin røkkur út til nógv ung, ið eisini eru í tí aldursbólkinum, har flest ballneyðtøkur verða framdar. Hon heldur fram, at tað er gott, at røðin er við til at fáa ung at skilja, at tey mugu siga frá, um tey uppliva sovorðið, sum tá beiggi sjeikin hjá Nooru skal hava neyðtikið hana í einum balli. Jú skjótari, jú betur, sigur talskvinnan og leggur aftrat, at tað er uttan mun til, um tey ætla at melda tað ella ikki.

Reyða varrastiftin
Harumframt hevur Skam sambært Katrini eisini havt ávirkan á norska mótan. Hon heldur næstan, at genturnar smyrja sær minni nú, hóast eyðkenda reyða varrastiftin hjá Nooru er vælumtókt. Hon greiðir eisini frá, at handlarnir í Noreg eru fullir av klæðum, sum minna um tey hjá Nooru. Tó er hon ikki vís í, hvat kom fyrst – hønan ella eggið – tí klæðini minna eisini um tey, hon sjálv minnist frá 80’unum, hóast hon var lítil tá.

– Eg hevði ein sangnæming fyri einum tveimum vikum síðani, sum gongur á miðnámi. Vanliga hevur hon havt langt hár, sum eisini leingi hevur verið modernað, men knappliga var alt klipt av, og hárið líktist nógv tí hjá Nooru. Sjálv havi eg ikki klipt mær, men eg havi kanska funnið dirvið til at nýta varrastiftina oftari, hóast tað kanska mest er við íblástri frá 50’unum, sigur Katrin.

Heimspremiera í Havn
Um tær eisini dámar væl Skam, bjóðar Röddin øllum føroyskum Skam fjepparum til heimspremieru av fjórðu sesongini av røðini. NRK hevur sum nakað heilt serligt givið Röddini loyvi at vísa fyrsta partin á stórskíggja í Perluni í Havn fríggjakvøldið 14. apríl 2017 kl. 19.00. Tiltakið er ókeypis, og Glitnir syrgir fyri tí váta, meðan Hjørdis Kiara frá RöddinLive diskar popp, hiphop og elektrotónleik, sum vit kenna frá Skam. Les meira við at leita eftir “SKAM 4 :: heimspremiera” á Facebook.

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útgivið / Published, Samrøður / Interviews

Nýggj ævintýr

So eru vit komin nokkso væl upp á pláss í Qingdao, og undirvísingin langtsíðani byrjað, og við nýggjum ævintýrum koma eisini nýggjar søgur at fortelja. Her koma onkrar teirra.

Síðani vit bæði 9. februar fóru úr Føroyum, hava vit upplivað alt møguligt. Fyrst vitjaðu vit familju og vinfólk í Århus, Fredericia og Keypmannahavn, áðrenn vit á sjálvum degnum hjá Valentine flugu til Beijing saman við vinmanninum Jógvani Breckmann. Sigast skal, at Dávid og Jógvan sóu øgiliga romantiskir út, tí teir droymdu um bæði París og Barcelona í flogfarinum, tí meðan vit flugu spældu FC Barcelona og PSG úr París fótbóltsdyst. Saman við Jógvani sóu vit Beijing, Shanghai og Guilin og Yangshuo í suður Kina. Tað var ein fantastiska hugnalig hálvonnur vika, tí tað er altíð stuttligt at vísa vinfólkum Kina.

IMG_4423

Vinfólkavitjan og upprudding
Síðani gekk leiðin til Ningbo at vitja. Tað var so ógvuliga hugnaligt at síggja vinfólk aftur, hóast nógv eisini eins og vit vóru farin víðari. Vit vóru væl móttikin av øllum, og sjálvt maðurin, sum vit plagdu at keypa vatn frá, hugdi smílandi, men løgið at okkum og spurdi á kinesiskum, hvat vit gjørdu her.

IMG_4690

Umframt at vitja vinfólk var høvuðsendamálið at rudda tað seinasta upp eftir okkum. Vit lótu ymiskt standa eftir hjá Abdalla í íbúðini, tá vit fóru heim í summar, men tað kundi ikki blíva standandi. Nógv koyrdu vit burtur, men pakkaðu okkum at enda eitt stórt kuffert og fyltu eitt lítið kuffert, sum vit høvdu við okkum tómt til sama endamál. Harumframt høvdu vit eisini hvør sítt kuffert við klæðum og sovorðnum og stórar ryggsekkar. Vit endaðu við at hava 21kg í yvirvekt, men rindaðu bert 273 RMB (næstan tað sama í DKK) fyri at hava tað við til Qingdao, so tað var ikki dýr flyting, men sjálvandi kemur kostnaðurin av tí, vit mugu keypa aftur aftrat, tí tað er kanska ikki so gangligt at flyta vaskievni, ruskspann, turkistativ, akslatrø og annað praktiskt, ein má hava í eini íbúð, við flogfari. Tíbetur tykjast nógv av hesum, sum vit høvdu í Ningbo enn at vera í brúki, so tað er ikki so nógv umhvørvisspill hóast alt. Eg sá eisini ein vinmann á eini mynd í einnum turriklæði hjá mær, sum eg hevði lagt eftir. Hann riggaði bara stak væl.

 IMG_4692

Skráseting
Fólk eru fitt og blíð, og vit hava ikki havt nær námind so nógvar trupulleikar, sum tá vit fluttu til Kina fyrstuferð, men hetta kunnu vera fleiri orsøkir til. Nú vænta vit, at alt er trupult og eru klár til tað ringasta, men gleðast, tá tað ikki gongur so illa í hond. Eisini duga vit somikið av kinesiskum, at vit sleppa væl burtur úr flestu støðunum og skilja eisini betur Kina sum heild.

Komin fram á universitetið skuldu vit registrera okkum. Av tí, at vit hesa ferð vóru í góðari tíð, so fingu vit gjørt hetta beinanvegin uttan stórvegis trupulleikar – og mestsum bara á kinesiskum. Vit rindaðu skúlagjald (tó ikki alt tann dagin, tí tey taka ikki kort, og vit fingu bert tikið 2000 DKK út um dagin av hvørjum korti), kekkaðu visum, søktu um lestrarkort, keyptu bøkur o.s.fr., og tá vit vóru liðug, lat kontórið aftur.

IMG_4706

So stóðu vit pent har við smekkfult av viðføri og nógvum skúlabókum (í Ningbo tók tað fleiri vikur at fáa bøkur, tí bæði íbúð, skúlagjald, trygging og bøkur skuldu rindast, áðrenn vit fingu nakra bók, og tað tók ofta langa tíð, áðrenn pengarnir komu fram úr Føroyum, og tá kostaði tað 40.000 um semestrið og ikki 7.000 sum her).

Hvar skuldu vit nú fara? Jú, vit spurdu okkum bara fyri, hvar kollegiið fyri altjóða næmingar var, og so kom onkur við og vísti okkum. At bera alt viðføri sjálvi, tað sluppu vit heldur ikki, hóast vegvísararnir vóru gamlar konur – nei, tær skuldu hjálpa, og góvust ikki, fyrr enn tær eisini høvdu eitt kuffert í part. Ajja.

Komin í rætta bygningin við øllum viðførinum, skuldu vit aftur rinda og registrerast. Vit høvdu søkt um at sleppa at búgva í hvør sínum einakamari, men fingu beinanvegin at vita, at tað ikki vóru nokk einakømur í bygninginum. Vanliga sleppa gentur og dreingir ikki at búgva saman á universiteti í Kina, so vit høvdu ikki gjørt okkum vónir um at sleppa at búgva saman, tí vit fingu eitt undantak í Ningbo, tí ein á kontórinum hevði misskilt okkurt. Men her var eingin trupulleiki. Vit bæði fingu eitt tveymanskamar. Vit stóðu bara sum kánus – vit høvdu fingið eitt tveymanskamar at deila og uttan at rinda allan kostnaðin beinanvegin (aftur tí vit ikki høvdu fingið tikið nokk út – tað er ikki serliga smart at ganga við 10.000-20.000 í kontantum uppi á sær).

Svanga sjálvtøkan
Sama kvøldið fóru vit sjálvandi í sjálvtøkuna at royna at taka pengar út at fáa rindað restina av skúlagjaldinum og kamarinum. Vit hava fleiri bankakort í part, tí vit vita av royndum, at mann ikki skal hava øll í sama stað, tí um tey verða stolin úr mappuni, so hevur tú minst eitt liggjandi onkra aðrastaðni. Fyrst tók Dávid út við fleiri ymiskum kortum, og siðani eg. Men tá eg koyrdi seinasta kortið í sjálvtøkuna hendi einki. Einki kom fram á skíggjan, men kortið var í maskinuni, og eg fekk tað ikki út aftur.

IMG_4705

Vit ringdu sjálvandi beinanvegin nummarið, sum hekk allastaðni í sjálvtøkuni, við telefonini, sum eisini var har, men har var púra deytt. Vit royndu eisin at ringja nummarið við okkara egnu telefon, men har kom bara ein telefonsvarari til, sum bað okkum trýsta 1, um vit skuldu hava fatur á tryggingardeildini, 2, um vit skuldu handla við partabrøvum o.s.fr. Eg hati telefonsvararar, tá tað als ikki ber til at fáa fatur á nøkrum livandi, og eingin av møguleikunum fær loyst júst tín trupulleika.

Aftaná eina løtu trýsti Dávid í illsinni á onkran knapp á sjálvtøkuni, og tá riggaði, og onkur fór at tosa kinesiskt. Fyrst sprudu vit, um tey dugdu enskt, men har var einki at heinta, so eg greiddi sum frægast frá á kinesiskum, at sjálvtøkan hevði etið kortið. Maðurin í hátalaranum var ringur at skilja, tí ljóðgóðskan var so vánalig, men hann bað okkum ringja nummarið, vit longu høvdu roynt. Tá vit greiddu honum frá, at tað ikki riggaði, bað hann um okkara telefonnummar, og so ringdi onkur til okkara. Nú gekk betur, tí góðskan í telefonini var nógv betur. Maðurin í horninum segði, at hann skuldi kannað málið og ringja aftur dagin eftir. Sum tað var gott, at vit hesa ferð høvdu kinesisk telefonnummur!

Sum lovað, ringdi telefonin dagin eftir. Hetta var hósdag, og hann gav mær eitt annað nummar til lokalu deildina av bankanum og bað meg ringja týsdagin – allarhelst tí tey tøma sjálvtøkurnar mánadag. Higartil hevði eg klárað alt á kinesiskum sjálv, men tá týsdagurin kom, hevði eg ikki mót upp á at greiða frá støðuni við onkrum í horninum, sum onga hóming hevði av, hvat var hent. Eg bað tíðskil vinfólk, ið dugdu væl betur kinesiskt enn eg, um hjálp. Hóast tey tosaðu kinesiskt rættiliga flótandi, so sóu tey seg heldur ikki før fyri at loysa hesa løgnu støðuna sjálvi, so vit bóðu reseptionistin í bygninginum, vit búgva í, um at ringja til nummarið. Tað var eingin trupulleiki, og eftir bert stutta løtu hevði hann givið okkum eina adressu stutt frá universitetinum.

IMG_4920

Eg, Dávid og tveir vinmenn gingu síðani yvir har, bíðaðu hálvan tíma og sluppu síðani til rætta diskin. Tey høvdu kortið! Hurrá fyri, at føroysk kort hava navn á, tí annars hevði verið nógv verri at fingið tað aftur. Tað stuttliga var, at gentan aftan fyri meg í bíðirøðini eisini var frá sama univeristeti og hevði sama trupulleika. Hon fekk eisini kortið aftur, men onkur átti at fóðra hasa sjálvtøkuna, so hon ikki var so svong, at hon át kortini hjá øðrum hvørjum næmingi!

IMG_4898

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Bloggur / Blog, Ferðast / Travel, Kina / China

Lærulív: Skrivstovulæra

Ein av greinunum í táttinum um lærulív, ið kom aftan á táttin um arbeiðslív. Greinin kom upprunaliga út á Røddina her 28. mars 2016.

Forsíða2
Teitur valdi at fara í læru heldur enn at lesa á universiteti   Mynd: © Jóhanna Magnusardóttir

22 ára gamli Teitur Virgarsson Nilssen av Strondum varð liðugur á HH í 2013, og er nú í skrivstovulæru hjá flutningsfyritøkuni Faroe Ship.

– Eg eri komin á leið í helvt við læruna. Eg havi HH frammanundan, so hjá mær tekur læran tvey ár. Av tí, at eg havi HH, so byri eg ikki á fyrsta lønarstiga, men á triðja, so lønin hjá mær er einar 60 krónur um tíman.

– Eg arbeiði gerandisdagar frá átta til fýra á kontórinum í Havn, men búgvi enn á Strondum, so eg og ein vinmaður, sum eisini eru í læru í Havn, koyra saman. Eg ætli mær ikki at flyta til Havnar, tí um eg búði í Havn, so hevði eg brúkt nógva tíð á Strondum saman við familju og vinum og at spæla hondbólt.

– Í vikuskiftunum er nógv at gera, tí tá skulu fleiri skip tømast og fyllast. Tá arbeiði eg ofta yvirtíð á kaiini. Tá eg havi skrivað pappírini, er eisini gott at síggja bingjurnar og fáa innlit í tann partin av arbeiðnum, og so er gott við lønini eisini, nú eg havi keypt mær bil. Tað er tó als ikki krav, at lærlingar eisini arbeiða á keiini í vikuskiftunum.

– Fyritøkan hevur havt einar 8-10 lærlingar áðrenn meg, men tað er eitt sindur síðani. Tey eru júst byrjað at taka lærlingar aftur, og vit eru tríggir beint nú.

– Í gráa pakkhúsinum heilt har yviri er frukt, ymiskt til bakarí o.s.fr., sum verður sorterað. Um stórar fyritøkur hava eina heila bingju av vøru, so fer hon ikki inn har og verður sorterað, men fer beinleiðis til fyritøkuna. Í svarta pakkhúsinum er frystigóðs.

– Tað eru ikki so nógvar stórar flutningsfyritøkur í Føroyum, og hetta er tann størsta. Eg trúgvi ikki, at eg hevði verið farin í læru, um tað ikki var her.

– Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og fólk taka sær væl av hvørjumøðrum. Nógv fólk hava eisini verið her leingi. Fyritøkan tekur sær eisini væl av okkum, og tað ger kanska, at fólk tíma at vera her leingi.

– Vit eru eini 100 fólk til samans í fyritøkuni, men eini 50 á kontórinum í Havn, har eg arbeiði. Annars hava vit eisini deildir á Tvøroyri, í Klaksvík og mánadagar í Runavík.

– Lærlingar hava ikki tryggjað starv her eftir lærutíðina. Um eg ikki fái arbeiði beinanvegin aftaná, so fari eg kanska at byggja upp á læruna við eini útbúgving í til dømis logistikki ella onkrum, sum gevur meining, tá tú hevur lært hjá eini flutningsfyritøku, tí so havi eg ein stóran fyrimun við at kenna til tað, sum ein sovorðin fyritøka faktist ger.

Les eisini:
Lærulív: Kokkur
Arbeiðslív: Pizzaria
Arbeiðslív: Smúkkuhandil
Arbeiðslív: Fiskavirki

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útgivið / Published

Stina Karina í uppskoti til topplista

stinakarina2.png

Føroyski stuttfilmurin ‘boblar’ á danska Ekko Shortlist.

Føroyski stuttfilmurin Stina Karina eftir Andrias Høgenni, sum vann Geytan 2015, fær nú aftur góða umtalu. Hesa ferð í Danmark. Filmurin liggur í løtuni sum ‘bobla’ á listanum hjá danska filmstíðarritinum Ekko. Hetta merkir, at hann kann verða valdur inn á sokallaða Ekko Shortlist, sum er ein topp 10 listi við vælumtøktum donskum stuttfilmum.

Hvørja viku velur redaktiónin á Ekko tveir til fýra nýggjar stuttfilmar, sum kappast um at koma inn á topplistan. Áður hava eisini aðrir føroyskir stuttfilmar verið á listanum. Hesir eru millum annað Skuld eftir Heiðrik á Heygum og Sum einglar vit falla eftir Mariu Winther Olsen.

– Um Stina Karina klárar seg væl á listanum, so er møguleiki fyri, at hann eisini verður skotin upp til Ekko Shortlist Awards, ið gevur virðislønir til nakrar av teimum filmunum, ið hava verið á listanum. Í fjør vunnu bæði Skuld og Sum einglar vit falla Ekko Shortlist virðislønir, sigur ein glaður Andrias Høgenni við Røddina.

Stina Karina er á føroyskum, men hevur enskar undirtekstir og kann síggjast her, og eisini ber til at atkvøða fyri honum. Leikararnir í filminum eru Mariann Hansen og Durita Dahl Andreassen, sum við “Einaferð var tað eg” eisini eru í uppskoti til at vinna besta videolag á ársins FMA. Síggj videolagið her.

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útgivið / Published

RøddinLive: ADD/ADHD

Hetta var mín seinasta RøddinLive sending í hesum umfari, og í sendingini vóru tvær av teimum samrøðunum, sum eg kanska eri stoltast av. Sendingin um ADD/ADHD varð send fyrstuferð 3. februar 2017. Hoyr sendingina her.
img_4329-2
Eg prátaði fyrstuferð við 23 ára gomlu Rúnu Nón Bjartalíð úr Klaksvík í sambandi við eina samrøðu um kommunuvalið. Eftir samrøðuna sótu vit bara og prátaðu eina løtu, og hon fortaldi mær sína søgu at hava ADHD, um at vera á Blákross til avvenjingar o.s.fr. Tá vit so avgjørdu at gera sending um ADHD og ADD, setti eg meg beinanvegin aftur í samband við Rúnu. í samrøðuni greiðir Rúna frá, hvussu tað er at hava ADHD, at tað var ringt at ganga í fólkaskúla, tí hon fekk altíð skyldina fyri alt, og eingin trúði henni. Eisini sigur hon, at eftir, at hon hevur fingið staðfest ADHD, er tað vorðið lættari at ganga í skúla, hóast hon ikki tekur heilivág, tí nú skilja eitt nú lærarar hana betur. Hoyr samrøðuna her.
12096335_10206624927135351_2547721888676638055_n
Eg prátaði eisini við 22 ára gomlu Milju Niclasen úr Havn. Hon fortaldi um, hvussu tað er  at hava ADD. Milja fekk eina deprisjón, tá hon eftir fólkaskúlan fór á eftirskúla. Eftir at hava gingið á eftirskúla kom hon heim aftur og fekk samband við barna psykiatriina í Havn, har hon fekk staðfest ADD og asperger. Hoyr samrøðuna við Milju her.

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útvarp / Radio, Samrøður / Interviews

RøddinLive: Samkomulív

27. januar 2017 gjørdu eg og Beinir Rasmussen eina sending um føroyskt samkomulív. Hetta var als ikki ein kritisk sending, har spurningar og evni, ið ofta eru frammi í miðlunum í sambandi við religión, vórðu viðgjørd, men ein hugnasending, har vit bara prátaðu um, hvat ung gera í samkomum, á bíbliuskúla o.s.fr. Hoyr alla sendingina her.

img_4265_0

Í sendingini prátaði eg við Hans Jákup Abrahamsen eisini kendur sum rapparin Lekkri Swen. Hann greiddi frá um sjónbandaløgini og sangirnar hjá íspunna rapparanum, sum rappar um at skora damur og vera á legu í Nesvík. Hoyr brotið her.

img_4263

19 ára gamla Sára Allansdóttir Joensen úr Sørvági, sum fyri nøkrum árum síðani gekk á Vejen Bibelskole í Bergen greiddi mær frí upplivingini á bíbliuskúlanum. Á skúlanum verður nógvur dentur lagdur á yvirnatúrliga partin av kristnilívinum so sum grøðing, at profetera og kunnskaparorð. Serliga tað at fara út á gøtuna at biðja fyri fremmandum fólki helt Sára vera rættiliga avbjóðandi, men hon hevði avgjørt ikki vilja verið árið á bíbliuskúlanum fyri uttan. Hoyr ljóðbrotið her.

Leave a comment

Filed under Á Føroyskum / In Faroese, Útvarp / Radio